05. august 2009

Málið er rokkið, systrar!

Tað er okkum ein sonn frøi at kunngera tær, kæra systir, at málið um kvinnuluttøku í føroyskum politikki nú er rokkið.

Síðan Demokratia varð sett á stovn í 2006 er parturin av kvinnum í tinginum farin úr 9 prosentum upp í heili 15 prosent.

Í veruleikanum hevur Demokratia avtikið seg sjálvt, tí málið er sanniliga rokkið.

Vit taka fult undir við ætlanunum hjá Landsstýrinum um at spara Demokratia burtur, tí tað fer heilt vist at muna – bæði fíggjarliga og í mun til javnstøðu í Føroyum.

At javnstøða ikki verður nevnd við einum orði í ólavsøkurøðu løgmans, váttar eisini, at málið er rokkið.

Vit lata tølini fyri kvinnuluttøku í øðrum londum tala fyri seg, og fegnast um, at vit als ikki longur nýtast at samanbera okkum við hini norðurlondini, men við meiri fjarðskotin og ævintýrakend lond úti í heimi.

Men – við hetta lag verður ikki leingi áðrenn kvinnuumboðanin í landinum eisini fer at avspegla hana í tinginum, nevniliga 15 prosent!

 

Vinaliga

Kvinnufelagið í Havn

Prosentbýtið av kvinnum í parlamentum

***

Historien er ikke slut – Samtaler med 36 europæiske forfattere; Thomas Thurah
Samlerens Bogklub; 2000; 1. bogklubudgave, 1. oplag.

Fyri at tað ikki skal vera lygn – so klárar Thomas Thurah, sum eg annars havi stóra respekt fyri sum ummælara, at skriva eina bók við heitinum “Historien er ikke slut” og við hesi bók, geva sítt íkast til, hvat er hent í bókmentaheiminum seinastu 40-50 árini.

Millum teir 36 rithøvundarnar eru bert tveir kvinnuligir!

Kerstin Ekman og Ljudmila Petrusjevskaja eru einastu kvinnuligu rithøvundarnir, ið Thurah meinar, eiga pláss í eini munnligari bókmentasøgu, sum hann sjálvur orðar bók sína.

Tíðarskeiðið bókin fevnir um er seinna helvt av tjúgunda árhundraðinum.

Ein kann spyrja seg sjálvan, um ikki tað hevði verið rætt, í eini bók, har denturin verður lagdur á norðurevropeiskar og skandinaviskar rithøvundar, og har denturin verður lagdur á eftirkrígstíðina og tíðina við Berlinmúrinum, at eisini kvinnuligir rithøvundar fingu pláss í bókini.

Thomas Thurah sjálvur sigur beinleiðis, at bókin er sett saman sera subjektivt, út frá “afspejlede hele Europa, (…) og at konstellationen af forfattere svarede til mine personlige og naturligvis kulturbetingede interesser”.
Eg eri rættiliga vís í, at innan jura-ina, hevði mann rópt hetta “ansvarsfraskrivelse” – við hesari orðing, kann Thurah útgeva eina bók uppá 500 síður, pástanda at bókin “også inddrager litteraturens forudsætninger i den politiske, historiske og social virkelighed.”, og so allíkavæl bara skriva til sín sjálvs.

Langt ude Thurah – hvar eru kvinnurnar í eftirkrígstíðini – tær, ið bygdu Evropa upp aftur?
Tær, ið vóru ein stórur partur av studentarørsluni? Av 60-ara revolutiónini? Av menningini av Evropa eftir kríggið? Nær komu tær á arbeiðsmarknaðin? Kvinnurørslurnar? Friðargongurnar?

Hevur alt hetta ikki havt týdning fyri Evropa eisini litterert?
Jú! – og tískil siti eg og gløði niðurí hesa bókina og veit als ikki, um eg yvirhøvur skal taka hana fyri fult – ella um Thurah hevur útgivið sína dagbók!

 

/tkj - august 2009

 

Besøg ialt
000385